Sunshine Circles
Vel 12., 13. ella 14. mai og kom á temadag við Relationsformidlerne, har tú lærir eina námsfrøðiliga metodu at kenna, sum tú kanst brúka beinanvegin í arbeiðinum við børnum.
Hvat er Sunshine Circles?
Sunshine Circles eru skipaðir leikbólkar, har námsfrøðingurin leiðir børnini gjøgnum stuttar, jaligar og samstarvsgrundaðar aktivitetir. Í staðin fyri nógv prát um sosialan atburð læra børnini gjøgnum upplivingar, spæl og samspæl.
Sí video: https://www.youtube.com/watch?v=NupTMfVqQA4
Námsfrøðiliga grundarlagið
Hátturin byggir serliga á:
- Tilknýtisástøðið (attachment theory)
- Samregulering (co-regulation) millum vaksin og barn
- Sosiala og emotionella menning (SEL)
- Leikur sum lærings- og menningaramboð
- Relatiónir sum grundarlag undir trivnaði og læring
Fýra høvuðsøki
Aktivitetirnir eru vanliga skipaðir undir fýra meginhugtøkum:
- Nurture (umsorgan) – barnið kennir seg sætt og virðismett.
- Engagement (samband/involvering) – jaligt samspæl og felagsskapur.
- Structure (skipan) – greiðar karmar – børnini skilja, hvat tey skulu gera.
- Challenge (avbjóðing) – hóskandi avbjóðingar, sum geva meining og sjálvsálit.
Hvat er endamálið?
Sunshine Circles arbeiða við at hjálpa børnum at:
- menna sosialar førleikar
- byggja vinarløg og relatiónir
- styrkja sjálvsálit og sjálvsvirðing
- læra sjálvregulering
- kenna seg sum part av einum felagsskapi
- verða betur fyrireikað til læring og samstarv í bólki
Keyp atgongumerki við at skriva til: salarfrodi@salarfrodi.fo
1 atgongumerki – 1.295 kr
10+ atgongumerki – 1.095 kr
20+ atgongumerki – 795 kr
Anja Kristine Hvidberg Olsen



