
Ulla Dyrløv og Henrik Vestergaard Stokholm
Dagstovnur, skúli og samfelag – har børn og ung trívast
Felags ábyrgd, felags framtíð
Mánadagin 17. november verður evnismorgun og undirvísing á Hotel Føroyum fyri námsfrøðingar, lærarar og onnur, sum arbeiða við børnum og ungum í teirra dagliga yrki.

Ulla Dyrløv – Soleiðis kunnu vit eyðkenna, fyribyrgja og viðgera mistrivnað hjá børnum
Fyrst á skránni er Ulla Dyrløv – sálarfrøðingur, væl umtóktur rithøvundur, fyrilestrahaldari og kend rødd í kjakinum í Danmark. Hon er aktuell við nýggju bók síni Spot Mistrivsel, har hon viðgerð orsøkir til mistrivnað millum børn og ung – og samstundis bjóðar ítøkiligar loysnir.
“Tað er ikki altíð, at børn siga frá, tá tey hava tað trupult. Ofta vísa tey tað heldur í atferðini. Tí kunnu nærverandi og álítandi vaksin gera ein mun, tá tey síggja og skilja, hvat barnið veruliga roynir at siga.”
Á hesum fyrilestri gevur Ulla Dyrløv, autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í barnasálarfrøði, ítøkilig ráð, vegleiðing og amboð til at:
- eyðkenna mistrivnað,
- fyribyrgja trupulleikum,
- og hjálpa børnum at fáa tað betri.
Hon svarar m.a. spurningum sum:
- Hví tosa vit um eina trivnaðarkreppu millum børn og ung?
- Nær eru børn serliga viðbrekin?
- Hvussu sæst mistrivnaður – og nær eigur tú at taka tað í fullum álvara?
- Hvat gert tú, um tú ert stúrin um eitt barn?
- Hvussu kunnu fakfólk og onnur rundanum børnini gera mun?

Henrik Vestergaard Stokholm – Tað eru ikki børnini, tað er samfelagið
Næstur á skránni er Henrik Vestergaard Stokholm – helst kendasti rektari í Danmark og ein vird rødd í kjakinum um trivnað. Hann er aktuellur við nógv umrøddu – og fyri summi provokerandi – bókini Det er ikke de unge, den er gal med, det er samfundet.
“Tað eru ikki tey ungu, tað er samfelagið.”
Hví kenna so mong børn og ung seg strongd og útbrend? Og hví halda vit áfram á somu leið, hóast avleiðingarnar eru álvarsamar?
Sambært Henrik eiga skúlar og stovnar at vera stað, har børn og ung uppliva ró og nærveru, samstundis sum tey mennast fakliga. Vit mugu byggja stovnar, skúlar og samfelagið á umsorgan, felagsskap og rúm til at vera menniskja. Tað krevur, at vit gera upp við ómenniskjalig krøv, mátingar og ótta fyri at gera feil.
Lærarar og námsfrøðingar hava ein lyklaleiklut í at venda kósini!
Kom til ein kveikjandi, upplýsandi og – kanska – provokerandi fyrilestur við gymnasierektaranum og høvundinum Henrik Vestergaard Stokholm. Við síni nýggju bók slær hann fast:
👉 Tað eru ikki børn og ung, sum eru trupulleikin – tað er mátin, vit hava sett saman samfelagið seinastu árini.
Skrá og praktiskar upplýsingar
- Innskriving og morgunmatur: kl. 08.15
- Undirvísing byrjar: kl. 09.00
- Q&A eftir fyrilestrarnar
- Tiltakið endar: kl. 12.00
(Umframt morgunmat verður eisini okkurt vælsmakkandi í steðginum.)
Prísir
- 1 atgongumerki: 1.495 kr
- 5 atgongumerki: 1.295 kr/stk
- 10 atgongumerki: 1.095 kr/stk
Tryggja tær luttøku við at senda ein teldupost til: salarfrodi@salarfrodi.fo
Sí meira:
- Henrik á DR Deadline: Facebook video
- Ulla á Go’ morgen Danmark: Facebook video




