Svend Brinkmann
Svend Brinkmann: Tað meiningsfulla arbeiðslívið
Mánadagin 2. mars 2026 á Hotel Føroyum – fyri leiðarar og starvsfólk
Hvat ger arbeiðslívið meiningsfult? Hví kenna so nógv seg strongd og troytt, hóast vit liva í einum nútíðarheimi, sum krevur kreativitet, effektivitet og støðuga menning?
Kom og hoyr kenda professaran og høvundin Svend Brinkmann, tá hann vitjar í Føroyum og undirvísur við einum inniligum og innihaldsríkum fyrilestri um arbeiðslívið, sum tað er – og sum tað kundi verið: “Tað skal vera pláss til bæði tey, sum vilja broyta heimin – og tey, sum duga at halda honum uppi.” Hetta er ein gyltur møguleiki at síggja arbeiðslívið úr einum nýggjum sjónarhorni – har menniskjalig virði ikki bara javnviga trýst og effektivitet, men eisini eru lykilin til eina varandi og haldføra framgongd á tínum arbeiðsplássi.
Brinkmann setur sjóneykuna á týdningin av at skapa arbeiðspláss, sum rúma ymiskleika og menniskjaligum førleikum, heldur enn einans at krevja støðugan fleksibilitet og effektivisering. Hann spyr:
Hvussu kunnu vit skapa eitt arbeiðslív, sum gevur meining – fyri fleiri?
Skráin fyri dagin
📍 Hotel Føroyar
🕓
- 07:45 – 08:30: Morgunmatur og innskriving
- 08:30 – 10:00: Fyrilestur við Svend Brinkmann
- 10:00 – 10:20: Steðgur
- 10:20 – 12:00: Framhald av fyrilestri
- 12:00: Takk fyri hesuferð
Um Svend Brinkmann
Svend Brinkmann er professari í sálarfrøði á Aalborg Universiteti og ein av mest týðandi røddunum í norðurlendska mentanarkjakinum. Hann er kendur fyri síni skørpu og viðkomandi sjónarmið um arbeiðslív, sorg, diagnosur og menniskjaslig virði. Hann hevur m.a. fingið Rosenkjærprísin hjá DR og verið nevndur Årets meningsdanner í Danmark.
🎯 Prísir & Bólkaavsláttur
- Vanligur prísur: 1.895 kr.
- Bólkaavsláttur (minst tvey): 1.595 kr. pr. persón
📩 Keyp atgongumerki við at skriva til salarfrodi@salarfrodi.fo





