Dr. Richard M. Ryan, Louise Klinge og Tina Brandt

Motivatión: Nær, Hvar og Hvussu?

Motivatión: Nær, Hvar og Hvussu?

Evnisdagur fyri námsfrøðingar, lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar, foreldur, heilsuhjálparar, stjórar, leiðarar, læknar, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, ítróttarvenjarar og øll starvsfólk, hvørs arbeiði fevnir um at kveikja, eggja og skapa góðar fortreytir fyri motivatión.

Mikudagin 22. apríl verður spennandi evnisdagur um motivatión í Norðurlandahúsinum. Fyrilestrahaldararnir Richard M. Ryan, Louise Klinge og Tina Brandt taka okkum við á eina ferð, har motivatión verður viðgjørd á dagstovni, í skúla, á arbeiðsplássi og í livinum sum heild.

Professarin Richard M. Ryan verður mettur at vera heimsins fremsti sálarfrøðingur innan motivatión og millum heimsins fremstu sálarfrøðingar innan arbeiðssálarfrøði. Nevnast kann, at í 2022 gjørdi Research.com eina kanning, har tey roknaðu út, hvør sálarfrøðingur er mest endurgivin í akademiskum arbeiði, og her endaði Richard M. Ryan á fyrsta plássi.
Serliga er Richard M. Ryan kendur fyri at vera annar av oddamonnunum, ið hava skapt og ment motivatiónsástøðið Self-Determination Theory – á donskum nevnd Selvbestemmelsesteorien.

Í framløgu síni viðgerð Richard M. Ryan m.a. fylgjandi spurningar

  • Hvat heldur fólki motiveraði yvir tíð, heldur enn at brenna út?
  • Hvussu ávirka afturmeldingar, evalueringar, virðislønir og leiðslu-stílar áhugan, arbeiðsorku og kreativitet?
  • Hvørji aspektir av mótivatión eru partar av okkara felags menniskjaligu nattúru, og hvørji eru formað av mentan og samfelag?

Framløgan hjá Richard Ryan endar við praktiskum ráðum um hvussu vit kunnu fremja motivatión heima, á arbeiðplássi, á stovnum, í skúlunum og í samfelagnum sum heild. Motivatión er nevnliga lykilin til persónligan vøkstur og trivna hjá menniskjum í øllum aldri.

Richard M. Ryan er bókaður í fleiri ár fram at halda fyrilestrar. Tískil eru vit sera heppin, at tað hevur eydnast at fáa hann til Føroyar at undirvísa í týdningarmiklum evni, sum er viðkomandi fyri allar stovnar, skúlar og arbeiðspláss – nevnliga motivatión. Eitt størri heimsnavn innan sálarfrøði hevur neyvan áður hildið fyrilestur í Føroyum.

 

Louise Klinge

 

Tvær kendar danskar kvinnur innan motivatión í námsfrøði og skúlaskapi eru Tina Brandt og Louise Klinge. Báðar arbeiða við útgangsstøði í Self-Determination Theory.

Louise Klinge hevur skrivað bókina Lærerens Relationskompetence, og saman við Tina Brandt hevur hon skrivað Pædagogens Relationskompetence. Eisini eigur Tina Brandt ein kapittul í bókini Autonomi, kompetence, samhørighed: trivsel og udvikling i pædagogiske kontekster, sum Louise Klinge hevur staðið fyri, har motivatión og arbeiðið hjá Richard M. Ryan eru høvuðsevni.

 

 

Tina Brandt

Saman við Dr. Richard Ryan fara hesar 22. apríl í Norðurlandahúsinum at gera okkum klókari um hetta evnið, sum er viðkomandi fyri øll menniskju – nevniliga motivatión.

Fyrilestrarnir hjá Louise Klinge og Tina Brandt eru á donskum, meðan fyrilesturin og Q&A við Dr. Richard Ryan verður á enskum.

 

 

Keyp atgongumerki við at skriva ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo

 

Luttøka allan dagin (við mati)
1 stk: 1.995 kr
5 stk: 1.795 kr pr. høvd (spar 200 kr pr. høvd)
10 stk: 1.595 kr pr. høvd (spar 400 kr pr. høvd)

Luttøka einans til fyrilestur hjá Richard M. Ryan (uttan mat)
1.495 kr (kl. 12.30–14.30)

 

 

 

The (Well-Known) Secrets of Human Motivation: What Really Helps People Thrive

Motivation affects nearly every part of our lives—from how we raise children and teach students, to how we lead teams, care for our health, and choose what gives our lives meaning. Yet despite its importance, motivation is often misunderstood. Many common approaches—pressure, rewards, rankings, and control—can actually undermine the very energy and engagement they are meant to create.

 

In this talk, Dr. Richard M. Ryan, a founder of Self-Determination Theory (SDT), will share research-based insights into the “well-known secrets” of human motivation. Drawing on decades of international research and real-world applications, he will explain what helps motivation last, what drains it, and why feeling a sense of choice, competence, and connection is so central to human vitality and well-being.

 

Along the way, Dr. Ryan will explore questions such as:

  • What keeps people motivated over time, rather than burning out?
  • How do feedback, evaluation, incentives, and leadership styles affect engagement and creativity?
  • Which aspects of motivation are part of our shared human nature, and which are shaped by culture and context?

 

The talk will conclude with practical take-aways for creating environments—at home, at work, in schools, and in communities—that support motivation, personal growth, and human flourishing.

Skrá:

  • 08.30–09.45: Tina Brandt – Autonomi, kompetence og samhørighed – fundamentet for motivation hos børn i vuggestue og børnehave.
  • 09.45–10.15: Kaffisteðgur
  • 10.15–11.30: Louise Klinge – Hvordan skaber vi en skole, der styrker alle børns motivation og får dem til at blomstre?
  • 11.30–12.30: Miðmáli og omaná frá tita.fo
  • 12.30–14.00: Dr. Richard Ryan – The (Well-Known) Secrets of Human Motivation: What Really Helps People Thrive
  • 14.00–14.30: Q&A with Dr. Richard Ryan