Fróði Hansen
Hvør ert tú – og hví ert tú, sum tú ert?
Kenn teg sjálva(n)
Hvør ert tú – og hví ert tú, sum tú ert?
Leygardagin 22. novembur 2025 verður evnisdagur á Hotel Hafnia, har Fróði Hansen kemur at undirvísa í einum evni, ið hevur týdning – bæði í lívinum og arbeiðsplássinum: Persónligheit.
Tí betri tú skilir teg sjálva(n), betri verður lívsgóðskan. Hetta er eisini galdandi á arbeiðsplássinum, har vit mugu liva og virka saman við ymiskum fólki – og samtíðis skapa úrslit.
Ein dagur til sjálvsinnlit og forstáilsi
Á evnisdegnum fer Fróði m.a. at vísa á, hvussu høvuðstonkjarar í sálarfrøði frá 19. og 20. øld hava skilt spurningarnar niðanfyri, og samstíðis verður samanborið við niðurstøður úr nútímans sálarfrøðiligari gransking.
- Hvør ert tú?
- Hví hugsar og handlar tú, sum tú gert?
- Er títt starv í tráð við tínar dygdir og áhugamál?
- Hvat hevur tú sálarfrøðiliga tørv á, fyri at trívast og eydnast, bæði í lívinum og á arbeiðsplássinum?
- Hvussu myndar tín persónligheit tínar politisku meiningar og virðir?
- Eru í miðal sálarfrøðiligir munir millum kvinnur og menn?
- Eru myrkar síður ein natúrligur partur av tær?
- Hvaðani stava tínir triggarar?
- Kann ástøðið um tilknýtið forklára, hví tíni kærleiksforhold eydnast ella ferð eftir ferð miseydnast?
Á evnisdegnum fært tú djúpri innlit í teg sum menniskja, umframt at tú kemur at skilja betur menniskju, tú ert í sambandi við – bæði á arbeiðsplássinum og heima.
Tín persónligheit – tín vegur
Eina viku áðrenn evnisdagin fært tú við telduposti leinkju til tríggjar persónligheitsanalysur. Tú velur sjálv/ur, um tú vilt gera hesar áðrenn ella eftir evnisdagin – og úrslitini eru bara til tín.
Evnisdagurin er tryggur og viðkomandi, og tú verður ikki biðin um at deila persónligar upplýsingar við onnur.
Fyri hvønn er dagurin?
Evnisdagurin er ætlaður øllum menniskjum – serliga tær, sum ynskir at skilja teg sjálva(n) betur, samstarva smidligari og liva við størri tolsemi. Evnisdagurin hóskar seg til bæði leik og lærd, einstaklingar og starvsfólkabólkar.
Praktisk kunning
📍 Stað: Hotel Hafnia
🕙 Tíð: Kl. 09.45 – 15.00, leygardagin 22. november
🍽️ Matur: Døgurði og dessert er við í prísinum. Kaffi, te og ísvatn allan dagin.
🎯 Prísir:
- Vanligur prísur: 1.500 kr.
- Bólkaavsláttur (minst tvey): 1.250 kr. pr. persón
📩 Keyp atgongumerki við at skriva til salarfrodi@salarfrodi.fo





